Páskastevnan 2016Páskastevna verður í Oasuni 24.-28. mars. Høvuðstalari verður Eivind Frøen.
Eisini koma vit at hoyra føroyskar talarar.
Kvøldmøtini verða kl. 19.00 Skíriskvøld, Langa Fríggjakvøld, leygarkvøld og Páskakvøld.

Morgunmøtini verða kl. 10.30 Langa Fríggjamorgun, Páskamorgun og 2. Páskamorgun.

Ungdómstiltøk verða kl. 22.00 Skíriskvøld, Langafríggjakvøld og leygarkvøld.
Familjumøti verður leygardag kl. 15.00 har m.a. Bubu luttekur.

Umframt luttøku úr Oasuni, verða eisini talarar, sangarar, tónleikarar o.o. úr ymiskum samkomum.

Vit ynskja, at Páskastevnan verður til signing og endurnýgging fyri Guðs fólk, til frelsu fyri syndarar og til grøðing fyri menniskju, sum hava likamlig ella sálarlig mein.