Góðu systkin í Harranum.
Í skiftandi tíðum er Guð tó hin sami.
Tað hevði Paulus eisini roynt í trúarinnar royndum, og hansara niðurstøða var:
Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan.
(Filippibrævið 4:13)
Hetta er ein fantastiska góð staðfesting. Ja, vit orka alt í Jesusi, tað er Hann sum ger okkum sterk, tað kunnu vit líta á í øllum viðurskiftum. Eisini í hesum tíðum, sum tykjast so truplar, kunnu vit líta á Guð og kenna Hansara umsorgan og styrki.
Paulus livdi undir skiftandi umstøðum. Um vit hyggja at samanhanginum, sum hetta ørindið stendur í, so tosar hann um fíggjarlig viðurskifti, har hann hevði lært at liva í smáum korum, men eisini at hava almikið.
Hann takkar teimum í Filippi, at tey standa saman við honum.
Vit í leiðsluni í Oasuni eru takksom fyri allan stuðul. Vit siga takk fyri forbøn, takk fyri umsorgan og takk fyri praktiskan eins væl og fíggjarligan stuðul.
Oasan verður fíggjarliga borin av sjálvbodnum gávum, og fyri ein minni part av leiguinntøkum.
Nú, ið vit ikki kunnu savnast, hevur Oasan mist inntøku. Tað er sjálvandi eingin leiguinntøka, og innsavningarnar, sum plaga at geva einar 12.000 krónur um mánaðan eru heldur ikki møguligar – so vit merkja at inntøkan er minni í hesum tíðum. Fyri kristiligt arbeiði er eingin hjálparpakki frá landsins myndugleikum.
Men vit, sum systkin í Harranum standa saman sum ein familja.
Okkara ynski er, at tykkum øllum má vita væl við, og vit ynskja saman við Paulusi, at
Guð mín skal eftir ríkidømi sínum til fulnar bøta um alla neyðsyn tykkara í dýrd í Kristi Jesusi. (Filippibrævið 4:19)
Um tú hevur møguleika at stuðla virkseminum í Oasuni, ber til at flyta pening á kontu
6460-1584660 í Bank Nordik, ella
9181-1300018 í Betri Banka
Best er, um enn fleiri enn nú kunnu hava fasta mánaðarliga flyting.
Takk øll somul fyri tykkara trúfesti á ymiskum økjum!
Vit sakna tykkum øll!
Vit síggja fram til ta løtuna, tá tað verður gjørligt, at vit kunnu møtast aftur!
Vit ynskja saman við Jóhannesi ápostli:
Elskaði mín, eg ynski, at tað í øllum lutum má vita tær væl við, og at tú mást hava heilsuna, líkasum tað veit sál tíni væl við. (3 Jóh 1:2)
Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! (2 Kor 13:13)