Sangtekstirnir til møtið skírishósdag.

O, veldis Gud

O, veldis Gud, eg undrandi má skoða
alt ríkidømi, skart og skreyt um lond,
og stjørnufjøld á føgrum himnaboga,
ja, alt, ið kom frá Tíni veldishond.

:,:Tí berst mær lovsongur úr barmi út:
O, veldis Gud, o, veldis Gud!:,:

2. O, Gud, Tú negldur var á krossarplanka,
bar tornakrúnu sjálvur fyri meg.
Frá fyrndini Tú tonkti frelsutanka,
at Tú á krossi vildi ofra Teg.

3. O, Gud, tá syndin særir sál og sinni,
eg nígi niður við Tín Náðistól;
har fyrigeving, sálarfrið eg finni;
takk, Gud, Tú ert mín Klettur og mítt skjól.

4. Tá tokutíðarhvarv á fold er farið,
vit savnast, Gud, um Trónuna hjá Tær;
Tær takkandi tann stóri, frelsti skari,
tann lovsongur ei nakran enda fær!

Allur himmalin

1: Gud, Himmalkongur sum kom niður her
Miskunnsamur hvørt eitt fótafet
Tú ert millum okkum

Gud, sum við orði skapti hesa verð
Tú tókst Himmiríki niður her
Tú ert millum okkum

Niðurlag:
Allur Himmalin er komin nær
Tí ein bústað her tú gjørdi tær
Allur Himmalin kom niður her
Tú her veitir okkum himmalfrið
Allar dagar vilt tú vera við
Allur Himmalin kom niður her

2: Gud, ævinleikin er í sál hjá mær
Endurspeglar kærleikan frá tær
Altíð her í okkum

Gud, hendan dýrgripin í brotin ker
So tín náði verður opinber
Altíð her í okkum

Bridge:
Vit taka mót’ tínum frælsi
Tín friður hann okkum ber
Vit taka mót’ tíni frelsu
Títt ríki er komið her

Burturvilsti sonurin

1: Sum burturvilsti sonurin
Kom heim og fekk eitt klemm
Ja so stendur tú við opnum favni enn
Sum kvinnan út til brunnin fór
Vatn at fáa sær
Lívsins vatn frá tær hon tá fær

Niðurlag:
Halleluja Tú ert góður Gud
Halleluja eg elski Teg
Halleluja Tú ert góður Gud
Halleluja eg æri Teg

2: Jesus Tú ert vegurin
Sannleikin mín vón
Her hjá tær kann eg finna
Trygd eitt ból

Bridge:
Meir av tínum kærleika
Meir av tínum nærleika
Meir av tínum tryggleika
O Gud