Sum kunnugt stuðlar Oasan hjálpararbeiði í Ukraina. Oasan tók beinanvegin í februar 2022, tá kríggið byrjaði í Ukraina, stig til innsavningar, sum okkara samstarvsfelagi í Ukraina ígjøgnum mong ár, Sergey Lysak, pastorur, hevur umsitið. Hesin stuðul er farin til at byggja smáttur til heimleys og keypa mat og aðrar neyðsynjarvørur fyri.

Seinastu tíðina er peningur brúktur til keyp av brennievni til generatorar, nú fólk hava sitið uttan hita, vegna tað at orkuverk eru bumbað. Allur peningur er merktur til Ukraina og er fluttur á kontu hjá Oasuni, sum er uttanfyri vanliga raksturin.

Viðmerkjast skal at onnur, bæði einstaklingar og kirkjur/samkomur, hava eisini goldið inn á somu kontu. Higartil eru umleið kr. 940.000 komnar inn og eru fluttar til arbeiðið í Ukraina.

Vit takka hjartaliga, vegna okkara samstarvsfelagar í Ukraina, fyri allan stuðul, ið verður latin.

Til ber enn at stuðla á kontuna 9181 1333714, viðmerk Ukraina.