Skírishósdag, 24. mars, verður eitt hugnaligt og tónleikaríkt cafékvøld í Oasuni. Í caféini verður nógv lekkurt til keyps, men kakur og kaffi er ókeypis. Caféin opnar kl. 22:00.
Heðin Askham úr Klaksvík kemur at seta kvøldið ígongd. Seinni kemur Maibritt Højgaard Johansen av Strondum á pallin.
Vit fáa eisini eitt orð frá Bogi Lydersen hetta kvøldið.
Nameless, sum er ein heldur nýggjum bólkur, kemur at enda kvøldið. Limirnir í bólkinum eru Ester Skála, Johan Johannessen og Mortan Johannessen. So hetta verður eitt spennandi kvøld við góðum til likam, sál og anda.

22:30 Heðin Askham
23:00 Maibritt Højgaard Johansen
23:30 Bogi Lydersen
00:00 Nameless

Langafríggjadag, 25. mars, verður eitt feitt ungdómsmøti. Fantastiska góður lovsangur verður og Bjørgfinnur Heinesen úr Kelduni kemur at tala. Bjørgfinnur er ungdómsleiðari í Kelduni. Ungdómsmøti byrjar kl. 22:00.
Eftir møtið opnar caféin niðri undir og eisini verður ókeypis kaka og kaffi. Judit Reinert Royðutoft kemur at syngja.

Páskaaftan, leygarkvøld, 26. mars enda vit við einum braki! 28 ára gamli Ingibjørn Royðutoft kemur at tala. Ingibjørn gongur í Kelduni og er eisini ungdómsleiðari har. Nógvur lovsangur verður og eisini fara vit at síggja eitt drama frá dramabólkinum úr Lívdini. Ungdómsmøti byrjar kl. 22:00.
Eftir møtið opnar caféin niðri undir og eisini verður ókeypis kaka og kaffi. Heini Lützen kemur at syngja.

Tað ber bert til at gjalda við kontantum ella við visa kortið øll kvøldini.

Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið eru forbiðjarar til staðar, so tá tú hevur kjansin til at tosa við onkran og blíva biðin fyri.

Tit kunnu øll vera við til at biðja fyri tiltøkunum á páskum!

TÚ ert vælkomin!