Aftur í ár ynskir Fríkirkjan Oasan at bjóða til páskastevnu, sum verður í døgunum 14.-18. apríl. Ætlanin er at skipa fyri tiltøkum, sum eru viðkomandi fyri fólk í øllum aldri. Vit ynskja við páskastevnuni at boða gleðiboðskapin um, at JESUS LIVIR, og at Hann vil, at vit skulu liva, ja, veruliga LIVA.
Til hvørt møti verður sangframførsla við einstaklingum ella bólkum ymsa staðni frá.
Lovsangsbólkar verða, umframt úr Oasuni, eisini úr ymiskum øðrum samkomum kring landið.
Høvuðstalarar verða Rachel og Gordon Hickson úr Onglandi.
Rachel og Gordon hava mangan áður verið í Føroyum og boðað gleðiboðskapin. Tey evna at siga djúpar sannleikar á ein lætt skiljandi hátt, meðan tey boða við eldhuga glaða boðskapin um Jesus, sum frelsir, endurnýggjar, grøðir og fríar menniskju, óansæð hvørjar avbjóðingarnar eru.
Teirra talur verða tulkaðar til føroyskt.
Kvøldmøtini verða øll kl 19, bæði skírhóskvøld, langa fríggjakvøld og páskakvøld.
Um kvøldarnar verða eisini nøkur spennandi barnamøti.
Morgunmøtini verða øll kl 10:30, bæði langa fríggjamorgun, páskamorgun og 2. páskamorgun.
Ungdómsmøtini Grund verða langa fríggjakvøld kl 21:30 og leygarkvøld kl 20.
Harumframt verður Grund café.
Syngið-við-kvøld verður páskakvøld.
Fullfíggjað skrá kemur seinni.
Vit ynskja, at páskastevnan verður til signing og endurnýgging fyri Guðs fólk, til frelsu fyri syndarar og til grøðing fyri menniskju, sum hava likamlig ella sálarlig mein.