Tíðindir

Páskastevnan 2016

Páskastevnan 2016

Páskastevna verður í Oasuni 24.-28. mars. Høvuðstalari verður Eivind Frøen. Eisini koma vit at hoyra føroyskar talarar. Kvøldmøtini verða kl. 19.00 Skíriskvøld, Langa Fríggjakvøld, leygarkvøld og Páskakvøld. Morgunmøtini verða kl. 10.30 Langa Fríggjamorgun, Páskamorgun og 2. Páskamorgun. Ungdómstiltøk verða kl. 22.00 Skíriskvøld, Langafríggjakvøld og leygarkvøld. Familjumøti verður leygardag kl. 15.00 har m.a. Bubu luttekur. Umframt luttøku úr Oasuni, verða eisini… Les víðari

Altjóða Kvinnubønardagurin

Altjóða Kvinnubønadagurin

Allar kvinnur eru vælkomnar til hetta bønarátak, sum í ár verður í Filadelfia, Landavegur 22 í Havn, fríggjakvøldið 4. mars, kl. 19.30. Kvinnubønardagurin er ein heimsumfatandi og felagskristiligur bønardagur, har kvinnur úr øllum heiminum koma saman at biðja fyrsta fríggjadag í mars. Nú eru meir enn 170 lond við í hesum bønarfelagsskapi.

Hugsanir við ársbyrjan

Eyðun Zachariasen

Hugsið ikki um hitt umlidna og leggið ikki í geyma tað, sum áður var! Sí, nú skapi eg nýggjar lutir; tað sprettur longu, síggja tit tað ikki? Gjøgnum oyðimørkina leggi eg veg og leiði áir yvir reyn. Villdjórini, sjákálar og strutsar, skulu veita mær heiður, tí at eg vatni oyðimørkina og leiði áir yvir reynið, so at tað fólk, sum… Les víðari

Høvuðsreingering

Høvuðsreingering

Leygardagin 25. apríl kl.10 fara vit aftur at vaska Oasuna upp og niður. Tit eru vælkomin at hava spann og lappa við. Á middegi fáa vit okkurt gott at eta Vit gleða okkum at síggja alla samkomuna, Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við, fleiri vit eru, skjótari gongur!