Tíðindir

Avlýsingar vegna korona

Ja, nú eru aftur óvissar tíðir vegna korona. Vit hava tí avgjørt, eftir tilmæli frá heilsumyndugleika, at avlýsa guðstænastu og bønamøti fyribils. Vit siga frá, tá vit byrja aftur – vónandi skjótt! Ætlanin er at leggja onkra upptøku frá í vár út á netið sunnudag. Vónandi hava tit tað øll gott! Um okkurt átrokandi er – um samtala ella forbøn… Les víðari

Kunning

Sunnudagin 17. mai verður árliga offurgongdin. Seinastu 2 árini hava vit savnað inn til útbygningin, og tað gjørdi góðan mun. Takk fyri tykkara stuðul! Í ár fara vit at savna inn fyri at dagføra køkin. Har verður fyrsta raðfesting at keypa eina meiri nútímans uppvaskimaskinu, so sleppast kann undan at lyfta tungar kurvar. Gamla maskinan kann so nýtast í kjallaranum…. Les víðari

Andakt við Sofus Joensen

Andakt við Elsu Østergaard

Andakt við Eyðun Zachariasen

Skiftandi tíðir

Góðu systkin í Harranum. Í skiftandi tíðum er Guð tó hin sami. Tað hevði Paulus eisini roynt í trúarinnar royndum, og hansara niðurstøða var: Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan. (Filippibrævið 4:13) Hetta er ein fantastiska góð staðfesting. Ja, vit orka alt í Jesusi, tað er Hann sum ger okkum sterk, tað kunnu vit líta á í… Les víðari

Páskadag: Møti úr Oasuni, Jóhan Petur Johannesen talar.

Leygardag: Ungdómsmøti úr Oasuni, Tom Jacobsen talar.

Langa fríggjadag: Møti úr Kelduni, Pauli Høj talar.

Skírisdag: Møti úr Soli Deo Gloria, Hallgerð Akurstein talar.

Sangtekstirnir til møtið skírishósdag. O, veldis Gud O, veldis Gud, eg undrandi má skoða alt ríkidømi, skart og skreyt um lond, og stjørnufjøld á føgrum himnaboga, ja, alt, ið kom frá Tíni veldishond. :,:Tí berst mær lovsongur úr barmi út: O, veldis Gud, o, veldis Gud!:,: 2. O, Gud, Tú negldur var á krossarplanka, bar tornakrúnu sjálvur fyri meg. Frá… Les víðari